05. juli 2020
Framsýningin um Havnina undir krígnum sett
Hernaðarútgerð, krígsbúnar, kjólar, atgongumerki til dans, móta- og seymibløð, føroysk tíðarrit, myndir og upptøkur úr Havn undir krígnum. 

Nógv forvitnisligt er at síggja á framsýningini um Havnina undir krígnum, sum letur upp á Frúutrøð fríggjadagin 3. juli og er opin hvønn dag kl. 11-17.

Gunvør Balle setti framsýningina hjá Býarsavninum seinnapartin, og forkvinnan í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs mælti øllum til at uppliva framsýningina.

- Tykkum øllum, sum hava verið við til at gera hesa framsýningina til veruleika, fari eg at takka. Samstundis fari eg at mæla tykkum øllum til at uppliva framsýningina, sum hevur eitt serstakt huglag og gevur eitt serstakt innlit í eina tíð, sum broytti so mangt í Havnini, í Føroyum og úti í heimi, segði Gunvør Balle millum annað.

Sí fleiri myndir á Facebook hjá kommununi.