02. juli 2020
Annika Olsen: Virknishøllin í Finsen er fyri øll
Virknishøllin er latin upp, og frá 8. juli ber til at bóka tímar í høllini á itrott.fo.

Niðanfyri eru brot úr røðuni hj´Anniku Olsen, borgarstjóra, tá ið móttøka var í høllini seinnapartin.

- Tað er framvegis so, at sálin trívist best í einum frískum likami.

- Rørsla og spæl hevur stóran menniskjansligan týdning, og ítróttin lærir okkum at virða onnur og arbeiða saman við øðrum, at lurta og meta um tað, tú hoyrir, at hava tol við onnur, at góðtaka onnur, at búnast og mennast, at skilja teg sjálvan, kropsliga, sálarliga og sosialt, at vinna og vera fyri ósigri, og at uppliva gleðina, sum tað er at røra seg.

- Ítrótturin gevur góðar vanar og størri sjálvsálit. Vit eru rætt og slætt betri fyri, tá ið vit hava rørt okkum.

- Nógv frítíðarvirksemi er at fara til hjá børnum og ungum í Tórshavnar kommunu: Fótbóltur, hondbóltur, flogbóltur, svimjing, fimleikur, tónleikur, skótar og mangt, mangt annað. Umframt hetta hava børn og vaksin eisini tørv á sjálvskipaðum virksemi til alskyns rørslu og spæl. Og tað er júst hetta virksemi, sum Virknishøllin í Finsen borgar fyri.

Annika Olsen
borgarstjóri