02. juli 2020
Gunvør Balle: Finsen er nú ein livandi býarkjarna
Niðara høllin í kommunuskúlanum er nú komin til heiðurs og æru. Almenn móttøka var seinnapartin og frá 8. juli fer at bera til hjá øllum borgarum í Tórshavnar kommunu at bóka sær tímar í høllini á itrottur.fo.

Niðanfyri eru brot úr røðuni hjá Gunvør Balle, forkvinnu í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs. Forkvinnan helt røðuna, tá ið almenn móttøka var í hølunum seinnapartin.

- Í hesum hølunum hevur mangt skúlabarn í Havn íðkað fimleik, og her hava eisini verið árligar listaframsýningar við teimum bestu listafólkunum í Føroyum.

- Nú stendur so niðara høllin klár eftir eina høvuðsumvæling. Í erva verður eisini klárt um eina viku. Í hesari høllini verður íðkan og spæl og í ovaru høllini listaverkstøð. Soleiðis kunnu vit siga, at hallirnar halda seg til søguligu slóðina, nú rørsla og list aftur gerst gerandisdagur her inni.

- Við Virknishøllini í Finsen eru eini høli tøk hjá øllum borgarum miðskeiðis í býnum, hon er tøk til grannaløg ein lýggjan leygardag fyrrapart, hon er tøk hjá lesandi eitt heystligt hóskvøld, ja, tøk hjá øllum í býnum, sum stuðla undir málið og miðið hjá Tórshavnar kommunu um ein virknan og vaknan høvuðsstað.

- Finsen er nú ein livandi býarkjarna, og tað er teimum mongu, sum hava verið við í verkætlanini fyri at takka, at Finsen er ein veruligur depil fyri trivnaði í Tórshavnar kommunu.

- Dreymurin er, at hetta er eitt stað við nógvum sjálvskipaðum virksemi. Finsen skal vera eitt stað, har fólk hugna sær saman. Ja, vit vóna, at hetta fer at vera ein tann mest brúka høllin í býnum, ið fer at fremja fólkaheilsuna og verður okkum øllum til gagns – bæði til likams og sálar.