03. juli 2020
Ólavsøka í grannaløgum: Reglugerðin tillagað
Kommunan bjóðar grannaløgum og eigarafeløgum at skipa fyri, hugna um, og halda ólavsøku í grannaløgum í kommununi. Til ber at søkja kommununa um stuðul eftir hesi reglugerð, sum nú er dagførd.

Til tess at sleppa undan ivamálum um, hvør skal eiga lutirnar, ið stuðul er søktur til, tá ið ólavsøkan er av, er avgerð tikin um at tillaga reglugerðina, so stuðul ikki verður latin til at keypa men bert at leiga materiellar lutir. Broytingin merkir, at tað bert ber til at søkja um stuðul til útreiðslur, sum eru farnar til at leiga tjald, grill, ljósperur, hátalarar og beinkir umframt útreiðslur til undirhald – livandi tónleik og sjónleik til børn og vaksin.

Stuðulin kann ikki nýtast til mat og drekka.

Seinasta freist at søkja um stuðul til at halda ólavsøku í grannaløgum er 12. juli. Umsóknirnar verða síðani viðgjørdar, og øll fáa svar frá kommununi í seinasta lagi mikudagin 15. juli.

Søkt verður um stuðulin HER.