07. juli 2020
Bert koyrandi í øðrum sporinum á Karlamagnusarbreyt
Í løtuni er bert koyrandi í øðrum sporinum á Karlamagnusarbreyt.

Kloakkskipanin oman eftir ovari parti av Karlagmagnusarbreyt verður dagførd. Tveir nýggir rottangar verða lagdir á økinum. Talan er um ein nýggja rottanga millum KMB 34 og 36. Ein nýggjur rottangi verður eisini settur niður eystan fyri KM 23.

Eisini verða nýggir kantsteinar lagdir frá innkoyringini til skúlan og niðan til rundkoyringina við Rólantsgøtu.

Nevndu arbeiðir eru í einari arbeiðstøku. Tó verður bara arbeitt á einum øki í senn, og skulu hesi gerast liðug, áðrenn fari verður til næsta arbeiðsøki. Sí tekning.
Arbeiðið við at leggja nýggjar rottangar, førir við sær at gravast skal út í Karlagmagnusarbreyt.

Arbeiðið verður helst liðugt í novembur 2020 og er býtt í 3
arbeiðsøki, sum víst er á tekning. Karlamagnusarbreyt grevstur 2020 



Meðan arbeitt verður, kann væntast at øki verða stongd og avmarkað atkoma til ymiskt virksemi.