09. juli 2020
Smáar nøgdir av bakterium á Eystaru Bryggju
Vatnkanningar tiknar í gjár vísa smáar nøgdir av bakterium á Eystaru Bryggju. Talan er um eina koliforma og eina e-coli bakteriu pr. 100 ml av vatni.

Tólv aðrar kanningar vórðu tiknar í Havn, Hoyvík, á Hjalla og á Argjum, og vóru hesar í lagi.

Tað er serliga e-coli bakterian, sum kann vera vandamikil, og tá serliga fyri smábørn, eldri og veik fólk.

Í hesum sambandi er tilmæli um at kóka vatnið í tí øki, sum er víst á hjálagda korti.

Eru fólk í iva og ótrygg, verður eisini mælt til ikki at drekka ókókað vatn, hetta til onnur boð verða givin.

Fleiri kanningar verða gjørdar í dag, og úrslitið er tøkt í morgin.