09. jui 2020
Skifta graslíki á Ovara vølli
Frá 9. juli til 5. september verður arbeitt á Ovara vølli í Gundadali við at endurnýggja graslíkið og stoytdoyvingarlagið umframt at fyrireika sprinklaraskipan v.m. Í hesum tíðarskeiðinum eru akfør, maskinur og arbeiðsfólk á økinum á og kring vøllin.

Børn, ung, foreldur, venjarar v.m. vera biðin um at vísa stórt ansni, meðan verkætlanin verður útint, og at halda seg uttan fyri vallargirðingina til Ovara vøll og tey avmerktu økini.

Eru spurningar og fráboðanir, ber til at ringja 29 14 70 ella skriva til t-post: itrott@torshavn.fo