22. juli 2020
Røkja Sloans hús og Degns hús
Garðarnir í Sloans húsi og Degns húsi hava altíð verið væl røktir. Og soleiðis er eisini summar, nú tey í Fountain húsi á fyrsta sinni lúka, sláa gras og annað í teimum báðu gørðunum við Tinghúsvegin.

Tórshavnar kommuna og Fountain húsið hava gjørt avtalu um, at tey í Fountain húsi røkja garðarnar sum ein part av arbeiðsuppgávunum, sum fólkini í Fountain húsi longu hava.

Fountain húsið er fyri fólk við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum. Fountain húsið mennir førleikar og styrkir hjá fólkunum soleiðis, at tey aftur kunnu gerast virkin í gerandisdegnum. 

Súna Mørk er leiðari í Fountain húsi.