23. juli 2020
Sáttmálin við Fountainhúsið longdur
Sum landsstýriskvinna fekk Annika Olsen játtað pening til Fountainhúsið i Havn. Talan var um tvær miljónir.

Á figgjarnevndarfundi í Tórshavnar býráð fyri summarfrítíðina fekk Annika Olsen longt sáttmálan við Fountainhúsið í Williamshúsi við Tinghúsvegin fram til 31. desember 2023.

Tilboðið er kærkomið sum eitt arbeiðseelaterað tilboð til fólk við sálarligum avbjóðingum.

Á myndini síggjast Súna Mørk, SúsannA Winther Poulsen og Annika Olsen, tá hon sum landsstýriskvinna handaði teimum sáttmálan og játtanina uppá tvær miljónir.