23. juli 2020
Westward Ho í Nólsoy
Í gjárkvøldið legði Westward Ho leiðina til Nólsoyar. Við umborð var Harmonikuliðið.

Tórshavnar kommuna eigur sluppina. Nógv verður gjørt fyri at varðveita hana soleiðis, at vit og okkara eftirkomarar fáa innlit í, hvussu hetta skipaslagið var, og undir hvørjum korum føroyskir fiskimenn virkaðu undir.

Áhugabólkurin “Sluppvinir” hevur dagliga raksturin um hendi og ger tær ábøtur, sum neyðugar eru. Arbeiðið, sum sluppvinir gera, er ókeypis.

Í næstum er ætlanin eisni at fara til Kaldbaks og Kollafjarðar við sluppini.

Myndina hevur Hans Dávid tikið.