23. juli 2020
Sangheftið á ólavsøku
Sangheftið til sangin á miðnátt ólavsøkudag er nú at fáa í Snarskivuni og í Kunningarstovuni í Steinatúni. 

Í ár syngja vit í grannaløgum á miðnátt. Sangheftið er í ár kutað niður í helvt, 11 sangir verða sungnir, og til ber at fylgja við sanginum í Kringvarpinum, har tónleikarar fara at syngja og spæla fyri.

Sangheftini verða eisini koyrd út til grannaløgini, ið hava fingið játtað stuðul -  umframt at tað sæst á torshavn.fo har eisini skráin, ferðsluuplýsingar og onnur kunning um ólavsøkuna fæst.