24. juli 2020
Hesi grannaløg halda ólavsøku
Nú er greitt, hvørji grannaløg fara at halda ólavsøku eftir reglugerðini um ólavsøkustuðul til grannaløg, sum kommunan hevur gjørt fyri at minka um vandan fyri, at korona fer at spjaða seg aftur í stórum mannamúgvum.

Tú sært eitt yvirlit yvir grannaløgini, sum fara at halda ólavsøku, HER.

Og grannaløgini gera nógv burturúr. Eitt nú verða tjøld sett upp summastaðni fyri ólavsøku, og so eru annars tiltøk, undirhald til børn og vaksin og hugni á skránni ólavsøkuaftan og ólavsøkudag í grannalagnum.

Meira kunning um ymisku tiltøkini í grannaløgunum fæst við at venda sær til persónin, sum er skrásettur í yvirlitinum.

Mint verður á at halda almennu tilmælini um reinføri og frástøðu.