24. juli 2020
Ferðslan á ólavsøku
Eins og undanfarin ár verða ferðsluviðurskiftini í miðbýnum í Havn ávirkaði á ólavsøku. Í ár verður ferðslan tarnað minni, enn vit eru von við. Hetta tí at ólavsøkan í miðbýnum er minni í vavi.

Einki tivoli verður á Skálatrøð, og tí verður økið tøkt til parkering. Koyrandi verður omaneftir Grím Kambans gøtu og Bøgøtu, og niðaneftir Sigmundargøtu. Tá ið kapprenningin hjá Bragdinum er á skránni um kvøldið 27. juli, sleppa bilar tó ikki inn á økið, og bilar, sum skulu av parkeringsøkinum, verða leiddir um kantin niðan Bøgøtu.

Onnur størri broyting hesa ólavsøkuna verður, at Niels Finsens gøta frá Steinatúni og niðaneftir bert verður læst løtuna, tá ið skrúðgongan er ólavsøkuaftan, og at koyrandi verður eftir Bøkjarabrekku og Niels Winthers gøtu gjøgnum Steinatún.

Miðbýurin niðan fyri Steinatún og oman í Vágsbotn og oman Áarvegin verður læstur fyri ferðslu og trygdarstabbar verða settir upp eins og undanfarin ár.

Nærri kunning sæst her.