27. juli 2020
Lítli og stóri Klávus á ólavsøku
Tjóðpallurin og Tórshavnar kommuna bjóða øllum børnum og barnsligum sálum til ókeypis útisjónleik á ellivu ymsum støðum í Havn um ólavsøkuna.

Leikurin er tann vælkenda søgan um teir báðar Klávusarnar, sum saman við húsdjórum, konu, ommu, tónleikara, dekni – ja, øllum møguligum og ómøguligum – koma á vitjan.

Har hendir so nógv, at áskoðararnir eisini mugu hjálpa teimum.

Leikurin verður spældur uttandura á 11 støðum í býnum. Leikararnir eru teir tríggir Hjálmar Dam, Nicolaj Falck og Jákup D. Wardum. Leikurin varar um hálvan tíma og er púra ókeypis.

Niðanfyri síggjast tíðir og støð: