27. juli 2020
Ein burðardygg ólavsøka
Í morgin verður ólavsøkan sett, og í tvey døgn er Havnin karmur um alskyns tiltøk fyri ung og gomul. Árliga tjóðarhátíð føroyinga savnar fólk úr øllum ættum.

“Tað er einaferð um árið at ólavsøka er, tá liva allir føroyingar í aðrari verð”. Hýrurin er góður, og í allari stákani er skjótt at vit gloyma gerandistrupulleikar og –ábyrgd.

Øllum verður unt at hugna sær á ólavsøku, men hvat um vit í felag royna at gera ólavsøkuna til eitt burðardygt hátíðarhald? Á hvørjum árið er nógv oyðsl og rusk frá tiltøkum og veitslum á ólavsøku, men vit kunnu øll gera ein part at broyta hesa støðu. Tað hevði gagna okkum sjálvum og náttúruni.

Kalda borðið og aðrar felagsmáltíðir eru fastur táttur á ólavsøkuni. Vit gera mat til stóra fjøld, og ofta fellur valið á einnýtisborðbúnað, -tallerkar og –gløs. Er talan um plasttilfar, er sjálvandi eingin ivi um stóru dálkingina, og tað er at vóna, at fólk byrja at velja hesar vørur frá. Mann kann keypa einnýtisborðbúnað úr bioplasti (t.d. úr sukri ella mais), ið kann niðurbrótast í rættum umstøðum. Fleiri og fleiri føroyingar velja bioplastvørur, tá skipa verður fyri veitslum.Gamaní, bioplast kann vera eitt sera burðardygg loysn, men í Føroyum hava vit tíverri onga skipan, ið tekur ímóti og niðurbrótur bioplast, og tí endar bioplast sum vanligt rusk. Í verandi løtu er bioplast ikki ein nóg góð loysn.

Fleirnýtisborðbúnaður er burðardyggasta loysnin. Í flestum húsarhaldum er vaskimaskina, so tað er mest ein spurningur um at tíma at geva sær stundir at vaska borðbúnað og tallerkar á ólavsøku. Í góðum felagsanda kann mann eisinilána borðbúnað frá vinum og grannum. Í samband við húsagongd ella túrin í býin, kann mann enntá vera so framkomin, at mann tekur egnan kopp við. Okkum nýtist ikki at velja einnýtisloysnina.

Vit føroyingar hava lyndið til at gera ov nógvan mat, tá vit halda veitslu. Gamaní, vit eru røsk at eta restir, men ofta verður nógvur matur tveittur burtur. Vit mugu verða meira umhugsin, tá vit gera mat, so sleppast kann undan hesummatoyðsli. Vit kunnu velja rættir, ið halda sær í fleiri dagar,ella sum vit kunnu frysta niður aftur. Vanligt er at hava føroyskt kjøt og sjógæti á matarskránni. Nógvar aðrar føroyskar rávørur eru eisini tøkar júst nú, og tær egna seg sera væl til ólavsøkuborðið, t.d. hvonn, rabarba, rót og annaðgott grønmeti. Føroysku rávørurnar eru stuttfluttar, og tá tú keypir tær, stuðlar tú einum burðardyggum, føroyskum nærbúskapi.
Ætlar tú at verða eyka burðardygg(ur) á ólavsøku, kanst tú eisini borðreiða við avroð og øðrum gloymdumdelikatessum.

Nógv óneyðug dálking fer fram á ólavsøku. Børnini missa ballónir, ið bresta og enda úti í náttúruni, har tær eru til miklan ampa fyri alt djóralív. Djór kenna ikki mun á mati og ruski, og tí kemur ofta fyri, at djór kvalast, tí plast og annað rusk setir seg fast í svølgrúmið. Gott hevði verði, um vit sloppu undan ballónmentanini og heldur góvu børnunumgóðar fleirnýtisleikur, ið tey kunnu hava gleði av í longri tíð.Ungur nemur gamal fremur! Gev tær tí stundir at fortelja teimum minstu um týdningin at verja náttúruna og minka um alt óneyðugt rusk.

Sigarettstubbar eru somuleiðis ein keðiligur partur av ólavsøkuhugnanum. Mong geva sær ikki stundir at tveita stubbarnir í ruskílat. Teir verða tveittir á vegin, har teir liggja og dálka. Teir enda eisini úti í náttúruni. Fleiri átøk royna at basa stubbadálkingini. M.a. hevur Tórshavnar kommuna bjóða fólki ókeypis lummaøskubikur, ið kunnu fáast í Snarskivuni, Visit Tórshavn og í handlum, matstovum og skeinkistøðum í kommununi. Lummaøskubikarið tekur lítið pláss, men ger stóran mun. Vónandi eru fleiri roykjarar, ið taka bikarið við í býin á ólavsøku.

At ólavsøkan gerst burðardygg, ger hana ikki minni hugnaliga. Tvørtur ímóti. Tað kennist væl at kunna stuttleika sær við góðari samvitsku. Lat okkum tí øll sýna samfelagsanda á ársins ólavsøku.

Skrivað greinina hevur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen. Átakið Lívrunnið burturkast, rávørur og náttúra varpar ljós á nærframleiðslu og hvussu nøgdirnar av burturkasti í Tórshavnar kommunu kunnu gerast minni.