04. august 2020
Tilhaldið opið aftur mánadagin
Mánadagin 10. august letur Tilhaldið í Tórsgøtu uppaftur, tó við skerdari vikuskrá. Tilmelding er neyðug til øll liðini, pláss er fyri 10 á hvørjum liði.

Tey liðini, sum byrja, eru:

Fimleikur menn: mikudag og fríggjadag
Fimleikur kvinnur: mánadag og hósdag
Stólafimleikur: mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag
Bindiklubbur: hósdag
Lesibólkurin byrjar í sept.
Venjingarrúmið: Í mesta lagið 2 venja ísenn

Tilmelding er á tel. 216627 ella send SMS boð við navn og telefonnummari, ella send ein teldupost á tilhald@torshavn.fo

Her er skerda vikuskráin: