05. august 2020
Leita eftir lívbjargara til Svimjihøllina í Gundadali
Søkt verður eftir kvinnu til fast starv sum lívbjargari í Svimjihøllini í Gundadali at byrja skjótast til ber.

Umframt at starvast sum lívbjargari, fevnir starvið um reingerð og at hjálpa til við ymiskum í tí dagliga.

Umsøkjarar skulu vera góðir svimjarar og hava stóru lívbjargararoyndina, annars verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum. Heilsuváttan má útvegast.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu vera torshavn@torshavn.fo í hendi í seinasta lagi í viku 34 2020.

Meira fæst st vita um starvið við at venda sær til Gunnar Streymoy, leiðara, telefon 224550, teldupost gunnars@torshavn.fo