05. august 2020
Herd tiltøk á eldraøkinum
Av tí at koronafarsóttin aftur er farin at gera um seg í landinum, má Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu seta átøk í verk, til tess at verja eldri borgarar, sum fáa tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Hetta merkir at:
- Røktarheimini verða aftur stongd fyri vitjandi fyribils í tvær vikur við virkna beinanvegin
- Virkis- og venjingarstovur, sum hava fast pláss á Lágargarði og á Boðanesheiminum, verða fyribils stongdar í tvær vikur
- Allar liðvenjingar fyri heimabúgvandi borgarar verða fyribils niðurlagdar í tvær vikur
- Móttøkan í Heilsuhúsinum hevur bert telefonmóttøku. Telefonnummarið er 302010 og móttøkan svarar frá kl. 08.00 til 15.30 gerandisdagar, tó fríggjadag frá 08.00 til 15.00
- Borgarar, sum fáa heimatænastu, fáa tænastu sum áður, men tað kunnu vera smávegis broytingar fyri einstaka borgaran
- Tilhaldini í Tórsgøtu, í Nólsoy og í Kollafirði lata ikki uppaftur fyribils í tvær vikur.

Tænastan til borgarar við demenssjúku, sum eru í dagtilboði, heldur fram, tó møguliga við smærri broytingum.

Heilsu- og umsorganartænastan hevur greiðar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, nú støðan við korona aftur broyttist.

Hóast tað er at harmast um, at so strong tiltøk aftur mugu setast í verk, so verður væntað, at støðan verður meira smidlig hesaferð.

Í eina tíð hevur Heilsu- og umsorganartænastan testað starvsfólk. Hendan skipanin fer at halda fram og verður nú víðkað. Umframt at verja borgarar á røktarheimum og heimabúgvandi, sum fáa tænastu, so skapar hetta størri tryggleika millum starvsfólkini, sum ikki í sama mun sum áður nýtast at stúra fyri at bera smittuna inn á heimini.

Næstu dagarnar fer Heilsu- og umsorganartænastan, alt eftir hvussu koronastøðan í landinum tekur seg upp, at arbeiða við, hvussu til ber sum skjótast at venda aftur til so vanligar umstøður sum gjørligt.