05. august 2020
Haldið børnini heima
Annika Olsen, borgarstjóri, heitir á foreldur um at hava børnini heima restina av vikuni. Annika Olsen sigur, at fyri at binda um heilan fingur vil kommunan heita á øll foreldur at hava síni børn heima hósdagin og fríggjadagin, um tað ber til.

- Hesir fýra dagarnir til mánadagin geva okkum tíð til at síggja, hvussu støðan broytist, og hvat so skal gerast, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, við Kringvarp Føroya í kvøld.

Tórshavnar Kommuna ætlar sær eisini at kanna starvsfólk á dagstovnaøkinum, fyri at tryggja sær, at sjúka ikki verður borin inn ella út av dagstovnaøkinum.

- Vit hava ikki varugan av, at tað er sjúka á dagstovnaøkinum, men vit vilja binda um heilan fingur, sigur borgarstjórin.

Stovnarnir hava tó opið í morgin, hóast heitt verður á foreldur um at hava børnini heima. Kannað verður so, hvussu støðan er, tá vit koma fram til vikuskiftið og um neyðugt tá er at stongja stovnarnar.