07. august 2020
Dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu lata aftur
Smittustøðan og stóra ógreiðan um útlitini hevur við sær, at avgerð er tikin um at steingja allar dagstovnarnar í kommununi fyribils fram til 17. august.

Fleiri av dagstovnunum eru longu raktir av smittu í starvsfólkahópinum og millum foreldur. Kommunan metir neyðugt at taka hesi atlit við verandi smittustøðu.

Neyðansing

Frá týsdegnum 11. august fer kommunan tó at hava ein ella tveir stovnar opnar til neyðansing. Støða verður tikin til, hvørjir stovnar kunnu hava opið. Børn í neyðansing koma sostatt í flestum førum ikki at vera á teirra vanliga stovni.

Talan verður bert um tørv, sum er at meta sum alneyðugur til tess at hava týðandi funktiónir í gongd innan heilsuverkið, eldraøkið, almannaverkið og tilbúgving.

Til ber at melda til á bornogung@torshavn.fo, har upplýsast skal navn og føðingardagur hjá barni, navn á dagstovni, ið barnið er á, og grundgeving fyri tørvi á neyðansing.

Kommunan tekur í hvørjum einstøkum føri avgerð um, hvør tørvur verður mettur alneyðugur at fáa barnið í ansing.

Starvsfólk, sum skulu til arbeiðis á dagstovni í næstu viku, verða testað.
Heitt verður inniliga á øll foreldur um at hava børnini heima.