07. august 2020
Heilsu- og umsorganartænastan kannar starvsfólk
Síðan samfelagið spakuliga byrjaði at lata upp aftur, hevur Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu frá mánaðarskiftinum mai/juni havt eina kanningarskipan til starvsfólk.

Skipanin var sett í verk fyri at varðveita trygdina á røktarheimum og hjá borgarum, sum fáa tilboð og tænastur frá Heilsu- og umsorganartænastuni, tá samfelagið lat meira upp. Skipanin skapti eisini størri tryggleika millum starvsfólkini, sum í langa tíð høvdu livað eitt avbyrgt lív, fyri ikki at bera smittuna inn á heimini.

Tað eru ikki øll starvsfólk, sum eru kannað, men tey starvsfólk, sum mett er hava verið útsett fyri smittuvanda. Henda skipan hevur riggað væl. Kannaað hevur verið 3 ferðir um vikuna og hvørja viku hava áleið 100-120 kanningar verðið gjørdar. Nøkur starvsfólk eru kannað hvørja viku, tí tey t.d. hava vaktir á meira enn einum stovni.

Tíverri eru støðan við korona versnað aftur, og kommunan má tí seta fleiri tiltøk í verk á eldraøkinum, millum annað at ongi vitjandi koma inn á røktarheimini, tænastur eru tillagaðar og tilboð eru fyribils avlýst.

Koronasmittan er leys í samfelagnum, og enn eru allar smittuketurnar ikki kendar og smittan ikki innibyrgd. Hetta ger, at kommunan setir enn eitt tiltak í verk fyri at verja eldri borgarar, sum fáa tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Kanningarskipanin verður nú útbygd soleiðis, at øll starvsfólk, sum arbeiða í Heilsu- og umsorganartænastuni, verða  kannaað fyri koronavirus.

Í dag og mánadagin verða øll starvsfólk, sum ikki nýliga eru kannað, kannaði.
225 starvsfólk hava meldað seg til at blíva kannað í dag. Kanningin, sum Heilsu- og umsorganartænastan stendur fyri, fer fram í gomlu læknahølunum á Frúutrøð, sum sæst á myndunum.

Í vikuskiftinum verða somuleiðis tey starvsfólk frá Barna- og ungdómsøkinum, sum skulu manna neyðansingina í komandi viku, kannað.