07. septembur 2020
Tilmeldingin til Kvøldskúlan seinkað
Eftir ætlan skuldi tilmeldingin til Kvøldskúlan byrja í kvøld. Men vegna tekniskt brek er tilmeldingin útsett nakrar dagar.

Gjaldsveitarin hjá Kvøldskúlanum hevði avbjóðingar við Mastercard, tá ið fólk skuldu rinda fyri skeiðini ígjøgnum skipanina í kvøld. Hini gjaldskortini riggaðu fínt.

Fyri at eingin skuldi fáa nakran framíhjárætt, varð avgerð tikin um at steðga allari tilmelding og útseta hana nakrar dagar, til brekið er rættað.

Kunning um nýggja tilmelding kemur mikudagin.