08. septembur 2020
Ver við til at Rudda Føroyar
Vikuna 12.-19. september skipar felagsskapurin Rudda Føroyar fyri landsumfevnandi rudding, og heitt verður eisini á fólk í Tórshavnar kommunu um at rudda uttanfyri – allastaðni har rusk liggur.

Soleiðis luttekur tú:
1. Tú ruddar í ein ella fleiri av døgunum 12.-19. september.
2. Tú vigar ruskið ella metir um vektina.
3. Tú skrásetir nøgdina av burturkasti HER.

Ongar skipaðar ruddingar verða í ár, og tí heitir felagsskapurin á fólk um at sjálv beina ruskið burtur á rættan hátt og at skipa fyri egnum hugnaløtum.

Ruddingarmyndir kunnu leggjast út við at nýta #letsdoitføroyar#ruddaføroyar2020

Rudding ger mun, men fyribyrging er neyðug
Tað hjálpir at rudda, tí tá verður rusk, sum liggur í umhvørvinum, tikið upp og burturbeint. Hóast ruddingardagarnir sum eru gera mun, so eru nøgdirnar av ruski støðugar, av tí at nýtt rusk legst afturat. Tí er eisini neyðugt at fyribyrgja ruski.

Fyri at fyribygja plastdálking hevur Tórshavnar kommuna m.a. gjørt stubbalummar, so fólk altíð kunnu sleppa av við sigarettstubbar. Harumframt virkar kommunan fyri at finna eina loysn, so at sloppið verður undan at nýta leysa gummigranulatið í graslíkisvøllum. Hetta er partur av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, har eitt av málunum er, at plastnýtslan verður skerd. Sum limur í altjóða felagsskapinum KIMO, sum hevur til endamáls at verja havumhvørvið, er Tórshavnar kommuna í ferð við ymisk innanhýsis átøk sum skulu minka um nýtsluna av plasti og eina reglugerð sum eisini skal umfata einnýtislutir tá tiltøk eru í kommunnuni.

Rudda Føroyar er ein partur av altjóða felagsskapinum Let's Do It! World, ið varð stovnaður í Estlandi í 2018. Endamálið við felagskapinum er fáa so nógv fólk sum gjørligt at tekna seg til at rudda um allan heimin. Í 2018 luttóku umleið 18 milliónir úr 157 londum á altjóða ruddingardegnum, og í 2019 luttóku 20 milliónir sjálvboðin úr 180 londum. í Føroyum vórðu 22,1 tons ruddað í 2018 og yvir 28 tons í 2019.

Til ber at fáa sær eina Rudda Føroyar vangarammu á Facebook.