09. september 2020
Bussleiðin – áheitan um at brúka masku
Børnini og tey heilt ungu eru sera røsk at brúka masku, tá tey koyra við Bussleiðini. Verri er við teimum tilkomnu og eldru, sum tykjast at hava slakað nógv, síðan kommunan kom við tilmælinum um at brúka masku í bussinum.

Tekniska deild hjá kommununi hevur verið í samráð við koronaráðgevingina, sum millum annað vísir á, at tað í meðal koma trý flogfør úr Keypmannahavn til Føroya dagliga. Øll smittan, sum staðfest er á flogvøllinum seinastu tíðina, kemur úr Keypmannahavn. Og vil illa til, kann hon spjaða seg skjótt.

Tí eiga vit ikki at síggja lætt uppá álvaran. Og tí verður enn einaferð heitt á fólk um at fylgja børnunum og unga skúlaungdóminum sum góðum fyridømum, og brúka masku, hvørja ferð tey brúka Bussleiðina.

Mest loyvda talið í bussinum er framvegis 25.