09. september 2020
Fráboðan um tilmelding kemur fríggjadagin
Eftir teknisku truppulleikarnar við tilmeldingarskipanini mánadagin, hevur Kvøldskúlin arbeitt við at gera neyðugar tillagingar í skipanini. Endamálið er at tryggja skjóta og góða tilmelding fyri brúkaran.

Fyri at allir brúkarar skulu fáa høvi at byrja eftir javnbjóðis fortreytum, so var neyðugt at strika allar brúkaraskrásetingarnar og skeiðstilmeldingarnar. Tað merkir, at allir brúkarar skulu stovna nýggjan vanga í skipanini og melda seg til skeiðini av nýggjum.

Fríggjadagin 11. september verður nærri kunning um nær, ið brúkarar aftur kunnu stovna nýggjan vanga. Kunnað verður tá eisini um, nær tilmelding til skeiðini letur upp.