11. september 2020
Alma, Karla og Ann-Britt starvsdagar
Alma og Karla hava verið 35 ár og Ann-Britt 25 ár á Tannlæknastovuni. Í dag var hugnaløta í Posthúskjallaranum fyri teimum trimum, har borgarstjórin beyð bælkomin.

Annika Olsen greiddi frá um Almu Hansen at hon hevur verið sett í starv í barnatannrøktini í tveimum umførum. Fyrst sum klinikkassistentur tann 25. feb 1985 og síðani sum tannrøktari frá 1990.

Alma hevur úttbúgvingarnar sum fyrst klinikkassistentur í 1985 - og síðan sum tannrøktari í 1990 hevur Alma nomið sær útbúgving á SKT í Keypmannahavn.

Alma er fødd í Havn, 2.nov.1962 og uppvaksin í Funningsfirði. Mamman er ættað úr Havn og pápin úr Funningsfirði.

Alma er gift Emil Jakobsen av Skála, tey búgva á Skála og eiga trý børn: Sunnevu, Sólbjørg og Steinar og, ikki minst, eigur hon tvey ommubørn.

At Alma er eitt álitisfólk sæst serstakliga, tá álitisfólkaumboð skulu veljast á tannlæknastovuni.

Her hevur Alma verið antin álitisfólk ella eykaálitisfólk seinastu 27 árini og hevur eisini verið umboð í Tórshavnar kommunala starvs- og tænastumannafelag, áðrenn hetta varð fusionerað við Starvsmannafelagnum.

Alma er tiltikin hittinorðað og eitt sindur ”fætter Højben”-agtig. Har fer neyvan eitt lutakast framvið uttan so, at Alma eigur onkran vinning.

Umframt starvið sum tannrøktari í Havn hevur Alma, saman við Helga, átikið sær uppgávuna at taka sær av kollfajarðarbørnunum ein dag um vikuna.

---

Um Karlau Dahl, f. Thomsen, segði borgarstjórin, at hon byrjaði 1. juni 1985 sum tannatstøðingur á Tannlæknastovu Tórshavnar Kommunu. Við sær í førningini hevði hon m.a. útbúgving sum klinikkassistent og 7 ára arbeiðsroyndir hjá tannlæknanum Magnusi Jensen, sála.

Karla er fødd í Syðrugøtu 3. okt. 1955, dóttir Poulu og Símun. Í 1980 giftist Karla Kristian Dahl úr Havn. Stutt tíð aftaná brúdleypið fluttu tey til Nuuk og enn tosar Karla um hesi árini við gleði. Saman fingu Karla og Kristian 3 børn, Poula, Fróði og Sveinur. Afturkomin til Føroyar mitt í 80’ini bygdu tey sær eini deilig hús á familjutrøðni hjá Kristiani við Villingardalsvegin.

Tíverri mátti Kristian lúta fyri herviligari sjúku í 1998 og síðani hevur Karla stríðst fyri at børnini skulu hava eitt gott og trygt heim. Í dag hevur Karla 5 deilig ommubørn, harav tey trý búgva í Danmark.

Gjøgnum árini í barnatannrøktini hevur Karla arbeitt saman við fleiri ymiskum tannlæknum, seinastu 19 árini saman við Elspu Samuelsen, tannlækna, ið hon “deilir” við Dagny Isaksen, og hevur hetta riggað væl.

Karla er álitisfólk har hon er og sæst hetta aftur í, at hon ferð eftir ferð verður vald til antin álitisfólk ella varðaálitisfólk av starvsfólkunum á tannlæknastovuni.

Minnið hevur hon sum fáur, so er okkurt viðvíkjandi onkrari mannagongd á tannlæknastovuni vit trætast um, so er bara at spyrja Karlu.

---

Um Ann-Britt Midjord, f. Larsen, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at Ann-Britt er gift Símun Midjord úr Vági, sum í ár hevur starvast hjá Poul Hansen heilsølu heili 40 ár, so tey bæði eru trúgv, har tey eru. Tey hava eini deilig hús í Tjóðhildargøtu í Havn. Afturat synunum, Berguri og Boga, eru nú komin 3 ommubørn, so stokkaringlið er øgiligt.

Ann-Britt byrjaði 11. sept. 1995 sum tannatstøðingur í barnatannrøktini. Ann-Britt er útbúgvin tannatstøðingur frá SKT (skolen for klinikassistenter og tandplejere) í Keypmannahavn í 1982.

Heimkomin starvaðist Ann-Britt á tannlæknastovuni hjá Marnar Gaard í Brekkugøtu. Í 1987 hevði hon hug at royna okkurt annað. Hetta bleiv sum hjálparfólk í vøggustovuni á Konmansmýri (núverandi Birkilund).

Tenninar drógu kortini, so frá 1995 og 25 ár fram hava Karius og Baktus verið á skránni. Ann-Britt, ið er sera fitt í hondunum, hevur m.a. tilevnað fleiri leirmyndir av kendu jassunum, ið hanga og pynta á tannlæknastovuni í Tórsgøtu.

Burtursæð frá fyrsta hálva árinum í barnatannrøktini, so hevur Ann-Britt arbeitt saman við Brynhild Zachariassen, tannlækna, so tá Brynhild komandi ár fer at hava 25 ára starvsdag, so hava tær báðar “silvurbrúdleyp” og hetta hevur verið eitt fyrimyndarligt “parlag”.

---

Annika Olsen takkaði teimum trimum fyri drúgva tænastu og gott samstarv og ynskti teimum øllum hjartaliga tillukku við degnum og blíðan byr víðari á leiðini.