11. septembur 2020
Gøtuljósini tendra fyrr
Flestu gøtuljós í kommununi eru sløkt summarmánaðirnar. Undantikin eru ljósini í miðbýnum og onkra aðrastaðni. Summarið er so ljóst, og tí hevur hetta ongantíð elvt til nakrar trupulleikar.

Eina viku undan ólavsøku á hvørjum ári verður so tendrað aftur. Soleiðis hevur verið í útivið 50 ár.

Sum dagarnir styttast, verður ljósið so tendrað fyrr út á kvøldið, jú myrkari tað verður. Einar 5-10 minuttir hvørt kvøldið. Men nú myrknar skjótt. Tí ger Gøtuljósdeildin eitt skarvslop í kvøld, og ljósini verða tendrað 20 minuttir fyrr enn í gjárkvøldið.

Kommunan sløkkir ljósini fyri bæði at spara pening og orku og harvið eisini fyri at verja umhvørvið.

Mest verður spart í juni, tá ið ljósini sløkt. Í desember lýsa ljósini 530 tímar av teimum 744, sum eru í alt.