13. september 2020
Tað ber til at skráseta seg mikudagin
Mikudagin 16. september kunnu borgarar fara inn og skráseta seg sum brúkarar hjá Kvøldskúlanum og rita inn í tilmeldingarskipanina.

Sjálv tilmeldingin letur upp mánadagin 21. september kl. 18 og endar sunnudagin 27. september kl. 24.

Tó ber til at tekna seg til skeiðini, sum byrja í 2021, fram til 1. november 2020.

Vegna Covid-19 ber ikki til, eins og undanfarin ár, at koma á skrivstovuna at melda til. Um tørvur er á hjálp, ber til at senda teldupost til kvoldskulin@torshavn.fo ella at ringja á telefon 302472.

Tórshavnar Kvøldskúli