14. septembur 2020
Eldraráðsvalið útsett
Tá ið freistin at bjóða seg fram til Eldraráðið var úti mikudagin í farnu viku, høvdu bara 8 fólk bjóðað seg fram.

Tað skulu 5 fólk í nevndina og 5 varalimir. Tí verður heitt á fólk um at bjóða seg fram. Valskeiðið er 4 ár. Tey, sum vilja bjóða seg fram, skulu fylla út hesa valevnisfráboðan.

Nýggj uppstillingarfreist er 23. septembur, og valið verður fram til hósdagin 22.oktobur.

Valbari og atkvøðurætt hava allir borgarar í kommununi, sum valdagin eru 60 ár og eldri.

Eldraráðið ráðgevur Býráðnum í øllum eldrapolitiskum spurningum og er bindilið millum eldru borgararnar og kommununa.