14. september 2020
Brúkið masku í bussinum
Ella kann úrslitið skjótt verða, at hægst loyvda ferðafólkatal verður sett niðuraftur frá 25 til 10.

Sum áður fráboðað eru børnini og tey heilt ungu eru sera røsk at brúka masku, tá tey koyra við Bussleiðini. Verri er við vaksnum, sum hóast áheitanir tykjast at hava slakað nógv, síðan kommunan kom við tilmælinum um at brúka masku í bussinum.

Smittutalið er vaksandi aftur, og vil illa til, kann smittan spjaða seg skjótt.

Tí eiga vit ikki at síggja lætt uppá álvaran. Og tí verður enn einaferð heitt á fólk um at brúka masku, hvørja ferð tey brúka Bussleiðina.

Mest loyvda talið í bussinum er framvegis 25, men um verandi gongd heldur fram, er vandi fyri, at hægst loyvda ferðafólkatal verður sett niðuraftur á 10.