23. septembur 2020
Breiðka vegamótið Varðagøta / Brattabrekka
Nú verður høgligari at koyra og ganga á Varðagøtu.

Vegamótið Varðagøta / Brattabrekka hevur leingi verið ótíðarhóskandi. Vegurin er 6 metrar og smalur til ferðsluna á strekkinum. Útsýnið er eisini avmarkað og bara gongubreyt einumegin.

Avtala er gjørd við ánaran á horninum um at keypa 15m2 og at flyta garðin inn. Á henda hátt gerst ferðslan tryggari hjá koyrandi og fólki til gongu.

Kostnaðurin fyri at gera ein nýggjan garð, asfaltera v.m., verður mettur at kosta uml. 150.000 kr.

Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.