24. september 2020
Svingið í Blómubrekku nærum liðugt
Í sambandi við vegaarbeiði og arbeiði við fjarhitanum varð vegahornið/svingið í Blómubrekku stongt fyri allari ferðslu í juni mánaði. Eingin gjøgnumkoyring hevur síðan verið frá Villingardalsvegnum til Sundsvegin.

Ónøgdin var stór við krappa svingið miðskeiðis á strekkinum, sum var gjørt langt áðrenn nøkur ætlan var at knýta í Villingardalsvegin. Avgjørt var tí at broyta svingið, samstundis sum Fjarhiteafelagið legði leiðingar í vegin.

Endaliga fíggingin av arbeiðnum er samtykt í teknisku nevnd og í fíggjarnevndini, og kemur fyri býráðið í kvøld. Arbeiðið er um at verða liðugt, asfaltsarbeiðið er gjørt og bert smáarbeiði eru eftir at gera.