24. septembur 2020
Hoyvíkshøllin fær nýggj venjingarhøli
Nú verða eini nýggj venjingarhøli innrættað í Hoyvíkshøllini.

Talan er um eini høli vinstrumegin við høvuðsinngongdina, sum hava staðið óinnrættað, síðani høllin varð bygd út í 2015.

Hølið er umleið 70 m2. Her fáa ítróttarfólkini eini nýmótans høli til amboðsvenjingar og styrkivenjingar.

Tey fara beinanvegin undir at leggja gólvhita, stoypa gólv, smíða tvey smærri rúm við vesi og brúsu, leggja loft, gera vindeyga og onnur smærri arbeiði.

Tórshavnar kommuna hevur játtað kr. 500.000 til hølini. Peningurin er longu tøkur til arbeiðið.