24. septembur 2020
Parkeringspláss við skúlan á Velbastað
Nú verður lættari at seta bilin við skúlan á Velbastað. Býráðið samtykti í kvøld at keypa stívliga 500 fermetrar, sum verða gjørdir til parkeringspláss.

Stykkið liggur beint hinumegin skúlan á Velbastað. Grundøkið er 20 metrar til longdar fram við vegnum.

Tað hevur annars verið trupult at sleppa av við bilin við skúlan á Velbastað.

- Nú gera vit nøkur tiltrongd parkeringspláss, segði Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd, undir viðgerðini í býráðnum í kvøld.

Kommunan hevur keypt lendið fyri 500.000 krónur.