28. septembur 2020
11 bjóða seg fram til eldraráðsvalið
Val til eldraráðið verður í oktobur 2020. Brævatkvøðurnar verða sendar okkum borgarum 60 ár og eldri, og so ber til at atkvøða fram til 22. okt. 2020.

Hesi bjóða seg fram:

Bjørghild Djurhuus
Birgit Hansen
Ingrid S. Henriksen
Katrin Holm
Turið Holm
Julianna Klett
Eyrith Guttesen Leyni
Marin Rasmussen
Petur Rouch
Ingigerð á Trøðni
Robert Vilhelmsen

Í næstum verður meira at frætta frá ymisku valevnunum á torshavn.fo

Uppgávan hjá ráðnum er at ráðgeva býráðnum í eldrapolitiskum spurningum. Endamálið er at tryggja, at tey gomlu verða hoyrd í viðurskiftum, sum viðkoma teimum, og eisini at gagnnýta teirra vitan og royndir mest møguligt.

Eisini skal ráðið virka fyri, at tey eldru verða kunnað um broytingar og nýskapanir á eldraøkinum. Eldraráðið kann av sínum eintingum siga býráðnum sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri tey eldru, koma við hugskotum og seta spurningar.

Eyrith og Turið eru ikki við á myndini.