02. oktobur 2020
Vælverudepil og langhylur: Útbjóðingartilboðini latin upp
Í august 2020 bjóðaði Tórshavnar kommuna fýra byggifyritøkum at bjóða uppá høvuðsarbeiðstøku um at byggja vælverudepil og langhyl í Gundadali.

Brævbjálvarnir við tilboðunum um høvuðsarbeiðstøku at gera langhylin og vælverudepil í Gundadali vórðu latnir upp seinnapartin í gjár.

Hesi feløg bjóðaðu og teirra tilboðsupphædd (hondverkaraútreiðslur), umframt optiónir vóru hesar:

P/F Articon Tilboðsupphædd: 145.121.780 kr. og optiónir: 3.558.791 kr.
Sp/f Búsetur Tilboðsupphædd: 156.249.015 kr.og optiónir: 3.652.428 kr.
P/F J&K Petersen Contractors: Tilboðsupphædd 144.753.762 kr. og optiónir: 2.541.420 kr.

Farið verður nú undir at meta um innkomnu tilboðini. Høvuðsráðgevi er Sp/f SNA arkitektar. Ráðgevin fer undir at hyggja gjølla at innkomnu tilboðunum við atliti at kostnaði, fyrivarni v.m., og so verður avgerð tikin um samráðingar um sáttmála.

Um verkætlanina
Fyrstu svimjararnir fara eftir ætlan at kava í hylin við árslok 2022, og tá er vælverudepilin við eini røð av hentleikum eisini liðugur.

Bygningnurin verður bygdur vestan fyri verandi svimjihøll og verður partur av einum samlaðum vatndepli í Gundadali. Verkætlanin byrjar væntandi í november 2020 og tekur umleið 2 ár at byggja.

Tilber at lesa nærri um verkætlanina her og her.