05. oktobur 2020
Nú er umhvørvisvika
Árliga Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu plagar at vera um várið, men í ár er Umhvørvisvikan útsett til oktobur. Tað er sum vera man Covid-19, ið hevur gjørt tað neyðugt at útseta tiltakið, sum nú verður frá 4. til 7. oktobur.


Tiltakið verður nakað øðrvísi enn undanfarnu árini, tó verður skipað fyri góðum og hugnaligum tiltaki, sum øll kunnu fáa nakað munagott burturúr.

Umhvørvisvikan í ár varpar ljós á lívmargfeldi, sum fevnir um alt tað livandi fjølbroytni í náttúruni. Tað er nógv óvissa um, hvussu vit menniskju ávirka vistskipanir í náttúruni, millum annað tá ið vit brúka lendi, brúka evnafrøðilig evni og tilfeingi í náttúruni. Tí snýr lívmargfeldi seg eisini um, hvussu vit sum borgarar, vinna og kommuna kunnu bera okkum skynsamari at.

Fólkatalið í heiminum veksur skjótt og setir alsamt størri krøv til eitt nú matvøruframleiðslu og eisini jarðarbrúk. Hóast hetta kanska ikki ávirkar Føroyar eins nógv og lond við størri landbúnaði, so hevur tað eisini týdning, at vit fara væl um okkara lendi. Regn og vindur gera sítt til, at jørð og mold verður máað burtur av náttúruávum, men mannaskapt árin so sum bit og velting kunnu eisini hava keðiligar avleiðingar fyri lendið.

Við Umhvørvisvikuni vil Tórshavnar kommuna leggja dent á umhvørvi og heilsu hjá einstaka borgaranum og hjá kommununi sum heild. Hvørt ár verður eitt serstakt evni í sambandi við umhvørvi tikið upp. Fyrr hevur Umhvørvisvikan sett sjóneykuna á til dømis matoyðsl, klædnaendurnýtslu á plastdálking.

Fylg við á facebooksíðuni hjá Umhvørvisvikuni og fá yvirlit yvir tiltøkini, sum vera í døgunum 4. til 7. oktobur. Tilmelding krevst til øll tiltøkini, og eisini er avmarkað pláss.

Meira fæst at vita við at ringja til Barbaru Davidsen, samskipara, á Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, tlf. 21 51 77, ella við at senda ein teldupost til barbarada@torshavn.fo