07. oktobur 2020
Hevur tú hug at reka skoytubreytina veturin 2020/21
Skoytubreytin letur ætlandi upp fyri viðskiftafólki 17. novembur 2020 og letur aftur 16. januar 2021. Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum áhugaðum at bjóða uppá at reka skoytubreytina umframt at seta hana upp og taka hana niður saman við øðrum.

Útboðið fer umvegis útboðsportalin hjá Tórshavnar kommunu, og tí er neyðugt, at áhugaðar fyritøkur o.l. (um hon ikki longu er skrásett!) skrásetur seg á utbod.torshavn.fo og at fyritøkurnar senda t-post til danjals@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 12. oktobur 2020 kl. 10. Síðani fáa áhugaðar fyritøkur nærri tilfar og frágreiðing um uppgávuna og freist at lata tilboð.

Eru spurningar, ber til at venda sær til Dánjal Samuelsen, ítróttarleiðara, á t-post: danjals@torshavn.fo ella til Ítróttin í Tórshavnar kommunu á 29 14 70.