07. oktober 2020
SAVNSFAGNAÐUR Í HEYSTFRÍTÍÐINI
Heystfrítíðin er í døgunum 12. til 16. oktober og á Býarsavninum gleða tey seg at bjóða øllum vælkomnum til “Savnsfagnað”.

Evnið hjá Býarsavninum er ”Barn undir krígnum”, og allar framsýningar, upplivingar og uppgávur eru tengdar at hesum evni.

Savnsfagnaðurin verður skipaður eitt sindur øðrvísi enn vanligt, orsakað av korona.
Opið er hvønn dag millum kl. 11 – 13 og aftur frá 14 – 16.

Neyðugt er at keypa atgongumerki til tiltøkini og hesi eru til sølu á heimasíðuni hjá Kunningarstovuni.