07. oktobur 2020
Næmingar í Velbastaðar skúla á vitjan
Í dag vóru nakrir ágrýtnir næmingar í Velbastaðar skúla og vitjaðu borgarstjóran í Tórshavnar kommunu. Næmingarnir ganga í 7. flokki og læra millum annað um samfelagið, sum vit liva í. Hetta leiddi næmingarnar til Havnar og inn í býráðssalin, har borgarstjórin, Annika Olsen, greiddi frá um býráðsarbeiðið og um fjølbroyttu kommununa í síni heild.

Næmingarnir settur fleiri viðkomandi spurningar og høvudu eisini gjørt sær fleiri góðar eygleiðingar og høvdu uppskot til batar í Kirkjubø og á Velbastað. Teir spurdu um ferðslu og skutu millum annað upp eitt øki til fólk, sum leita um hálsin um kvøldarnar at síggja sólsetur.

Skúlin stendur mitt í bygdini við bygdarvegin, sum bindur saman býlingarnar í gomlu bygdini, grannabygdirnar og økið annars. Dagliga eru vit út við 40 fólk í skúlanum.

Trine Camilla Joensen, skúlaleiðari, var við børnunum á gátt hjá borgarstjóranum.