09. oktobur 2020
Skrá fyri eldradagin 16. oktobur 2020
Evnið í ár er umhvørvið: “Ein grønari kommuna”. Dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum.

Sum so mangt annað ávirkar korona eisini Eldradagin. Hetta ber m.a. í sær, at almennu tilráðingarnar um savning skal haldast. 100 fólk kunnu verða í stóra salinum og 49 í minna salinum. Tískil er neyðugt at fólk melda seg til eldradagin. Tilmelding verður tøk mánadagin.

13.00-13.20 Tiltak á Rennibreytini
Skipað verður fyri rørsluátaki, Heilsuhúsið skipar fyri.
(fyri tey, ið ikki kunnu luttaka, er NLH opið frá kl. 13.00)

13.30-13.40 Forkvinnan fyri Eldraráðið Katrin Holm bjóðar vælkomin

13.40-13.50 Annika Olsen setur dagin, aftaná verður sungið: Nú skínur sólin bjarta.

14.00-14.20 Halla av Rana Áargarð, umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar Kommunu tosar um
træplanting og eini grønari kommunu

14.25-14.35 Jóhannes Andreasen spælir

14.35-15.00 Gunnhild Dahl Niclasen hugleigur um endurnýtslu. Møguleiki at seta spurningar.

15.00-15.45 Steðgur. Høvi verður at keypa okkurt smávegis til matna í kafeini hjá systrunum.

15.45-16.15 Turið Horn, fk. í trivnaðarnevndini. Turið og journalisturin Katrin Petersen hugleiða um
eina grønari kommunu. Turið greiður fyri ætlanum hjá Tórshavnar Kommunu og Katrin
setur spurningar. Fólk í salinum hava eisini høvi at seta spurningar.

16.20-16.30 Jóhannes Andreasen spælir

16.30-17.00 Marius Rein hugleiðir um Havnina fyrr

17.00-17.30 Sangur og tónleikur. Dagurin endar.

Fráfarandi nevnd takkar fyri seg.

Nakrir felagssangir verða sungnir ml. tiltøkini. M.a Sára, eitt sunnukvøld í plantaguni, á mønu tjaldsins stari, nú skínur sólin bjarta og nú dagurin at enda er.

Tekstirnir verða vístir á stórskýggja.