09. oktobur 2020
Steinatún fær flagtekju
Býartorgið í Steinatúni verður nú gjørt liðugt. Súlurnar eru settar fastar á torginum, og sjálv tekjan verður flutt oman í Steinatún fyrst í komandi viku.

Talan er um eina lítla men avbjóðandi verkætlan, sum er serstøk í føroyskari byggisøgu. Tekjan er avrundað og vinklað úr stáli og timbri.

Tá ið tekjan er flutt oman í Steinatún, verður hon klødd við kopari á staðnum og nakrar mánaðir fram. Flag verður lagt á tekjuna, og orkusparandi LED-ljós verða inni undir tekjuni.

Gamli skúrurin, har Náttarravnarnar hildu til fyrr, verður tikin niður, og økið verður fríðkað við plantukassum og øðrum. Fólk kunnu eisini sita seg niður her, og flísar verða lagdir rundanum.

Undir tekjuni verður glas, beinkir og ein skíggi við hentari kunning. Tekjan fer at skapa lívd í Steinatúni.

Húsavarðartænastan stendur fyri arbeiðinum. ZETA arkitektar hava sniðgivið.

Tórshavnar kommuna biður borgarar í Tórshavnar kommunu um at vísa virðing og varsemi, meðan arbeiðið fer fram.

Tekjan verður flutt mánanáttina 12. oktobur frá klokkan 23:00 til 06:00 týsmorgun. Tekjan er stór, og tí er talan um serflutning. Tískil verða Bøkjarabrekka stong og somuleiðis niðasti partur av Jóannesar Paturssonar gøtu mánanáttina tann 12. oktobur frá kl 23:00 til 06:00 týsmorgun. Koyrt verður við løgreglu eftir Hoyvíksvegnum, Gripsvegnum, R.C. Effersøes gøtu, Bøkjarabrekku og oman í Steinatún.