14. oktobur 2020
Steinatún: Tekjan flutt og sett upp
Snotiliga tekjan er nú sett á súlurnar, sum standa á torginum í Steinatún. Arbeiðið fór fram seint mánakvøldið.

Nú verður hon klødd við kopari á staðnum og nakrar mánaðir fram. Deydur verða breiddar út yvir tekjuna. Deyda er í ætt við hjálpirót. Orkusparandi LED-ljós verða inni undir tekjuni.

Gamli skúrurin, har Náttarravnarnar hildu til fyrr, verður tikin niður, og økið verður fríðkað við plantukassum og øðrum. Fólk kunnu eisini sita seg niður her, og flísar verða lagdir rundanum.

Undir tekjuni verður glas, beinkir og ein skíggi við hentari kunning. Tekjan fer at skapa lívd í Steinatúni.

Húsavarðartænastan stendur fyri arbeiðinum. ZETA arkitektar hava sniðgivið.

Her eru nakrar myndir, tá ið tekjan varð flutt og sett upp.