15. oktobur 2020
Ókeypis endurskynsvestar á Kunningarstovuni
Nú dagarnir styttast við jøvnum tøkum, bjóðar kommunan ókeypis endurskynsvestar at nýta í ferðsluni. Vestarnir hóska seg væl at brúka til gongu-, renni- og súkklutúrar.

Børn og vaksin gerast sjónligari í ferðsluni við endurskynsvestunum hesa myrku tíðina.

Tú fært vestin í Kunningarstovuni í Steinatúni. Har er opið mánadag – fríggjadag: 09.00-17.00 og leygardag: 10:00-16:00.

Vestarnir eru ókeypis og fáast í tveimum støddum; ein stødd til vaksin og ein til børn í skúlaaldri.

Átakið er partur av Súkkluárinum 2020 hjá Tórshavnar kommunu.