15. novembur 2019
Hvítanesfólk spent at frætta meira um íbúðir á Hvítanesi
Á borgarafundinum á Hvítanesi mikukvøldið legði Eyðun Eliasen, arkitektur, fram eina ætlan um at byggja dygdargóðar íbúðir sunnan fyri Hvítanes.

Talan er um einar 69 íbúðir staðsettar fram við sjóvarmálanum á stykki, sum longu er sprongt og slættað.

Ein privatpersónur ætlar at keypa stykkið og hevur í umbúna at lata íbúðirnar byggja  á Hvítanesi.



Hvítanesfólk vóru tey fyrstu,sum hoyrdu um verkætlanina, tá ið tey vóru kunnað um íbúðirnar á borgarafundinum. Hvítanesfólk tóku væl ímóti ætlanini, sum kann fara at nærum tvífalda íbúgvaratalið á Hvítanesi og eitt nú hækka barnatalið munandi.

Kommunan greiddi frá, at verða íbúðir bygdar á ætlaða økinum, so skal byggisamtyktin broytast, tí hon loyvir bara sethúsabygging í dag. Borgarstjórin, Annika Olsen, vísti á, at tá ið ein byggisamtykt verður broytt, hevur ein og hvør rætt til at koma við viðmerkingum.



Framløgan á fundinum hevði til endamáls at hoyra borgarar á Hvítanesi um verkætlanina. Og fleiri spurningar vóru eisini, eitt nú um hvussu og nær byggiverkætlanin byrjar, um kommunan loyvir byggingini.

Hvítanesfólk gjørdu púra greitt, at inn- og útkoyringin til Hvítanesar má gerast trygg, áðrenn farið verður undir at byggja íbúðir, tí ferðsluviðurskiftini eru ótrygg fyri øll, sum búgva á Hvítanesi.