23. august 2019
Her verður valt í Tórshavnar kommunu
Sum kunngjørt av løgmanni verður løgtingsval leygardagin 31. august 2019. Valt verður soleiðis í Tòrshavnar kommunu:

1. Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali og Hoyvík, á Hvítanesi
og Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi
2. Fólk á Argjum velja í Skúlanum á Argjahamri
3. Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak
4. Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði
5. Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum
á Velbastað
6. Fólk í Hesti og Koltri velja í bygdarstovuni í Hesti
7. Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum
Royndini í Nólsoy

Atkvøðugreiðslan verður frá kl. 10.00-20.00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.

Tey, sum vegna sjúku ella av øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá á Snarskivuni, telefon 302010, til dagin fyri valið.

Samstundis verður boðað frá, at valkort til løgtingsvalið eru send teimum, ið standa á vallistanum. Um veljari ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal sum skjótast boðast Snarskivuni frá hesum.