19. oktobur 2020
Heildarætlanin fyri Karlamagnusarbreyt til hoyringar
Tórshavnar kommuna vil í samstarvi við borgarar við Karlamagnusarbreyt menna økið til frama fyri virksemi og trivnaðin.

Tí eru tykkara viðmerkingar týdningarmiklar og verða tiknar við, nú ætlanin og átøkini, verða sett í verk. Summi átøk eru longu framd.

Aftaná kunningarfundin um heildarætlanina fyri Karlamagnusarbreyt, sum verður í Skúlanum við Løgmannabreyt 19. okt 2020, heitir Tórshavnar kommuna á borgarar um at gera viðmerkingar til framløgdu ætlanina.

Viðmerkingarnar skulu vísa á, hvat er gott við ætlanini, hvat er minni gott, og hvørjar viðmerkingar annars eru til ætlanina.

Viðmerkingar kunnu gerast á talgildu skipanini HER.