21. februar 2019
Ferðavinna í Kongshøll
Nógv fólk var komið saman í stóru samkomuhøllini á Vestaru Bryggju at hoyra spírandi íverksetarafyritøkur greiða frá teirra ætlanum og at fáa innlit í fyritøkurnar, sum Claus Meyer hevur verið við til at stovað.

Her er røðan, sum Annika Olsen, borgarstjóri, helt til tiltakið um ferðavinnu og íverksetan í Kongshøll hósdagin seinnapart. 



Vælkomin í Kongshøll. Tað er ein heiður fyri meg at kunna siga nøkur orð til hetta fyrsta tiltakið um ferðavinnu og íverksetan. Fari at takka tykkum fyri, at tit eru komin higar so fjølment.

Øll tit, sum eru her í dag, vita, at íverksetan er ein umráðandi partur av tí støðugu nýskapan, sum fer fram í vinnulívinum alla tíðina.

Hugskotið hevur í samstarvi við Visit Tórshavn tikið stig til eitt átak, sum skal fáa fleiri nýggjar og smærri fyritøkur inn í ferðavinnuna. Sum tit hava hoyrt, hava luttakararnir seinastu vikurnar fingið nógv burturúr.

En særlig velkomst til dig, Claus Meyer. Vi er meget spændt på at høre dig fortælle om dine erfaringer som iværksætter og trendsætter indenfor madproduktion og madkultur.

Serliga maturin – nýggi norðurlendski køkurin - sum Claus Meyer hevur sett á breddan, er vorðin ein kjarnuvøra í føroysku ferðavinnuni. Føroyski maturin hevur altíð havt serliga rúmd í okkara hjørtum. Tað nýggja er, at gestir nú koma henda vegin fyri at njóta smakkirnar, sum vit so trúføst hava goymt í okkara ríka matkova ættarlið eftir ættarlið.

Vit hava altíð vitað, at føroyski maturin hevur eitt serstakt virði. Og nú hava Føroyar megnað at fingið okkara mat á heimskortið!




Føroyar mennast við rúkandi ferð. Hjá summum er tað at uppliva Føroyar bara nakað, tú mást royna. Og hjá nógvum føroyingum er tað at búgva í Føroyum bara nakað, tú mást gera. Tað er vorðið kul at búgva í Føroyum. Ja, nú eru Føroyar so forkunnugar, at altjóða miðlar eru púra burtur í søguni um, at Føroyar steingja fyri ferðafólkum eitt vikuskifti í apríl.

Hvør hevði trúð fyri bara fáum árum síðani, at hetta fór at henda?

Vit hava fleiri og fleiri størri ráðstevnur og altjóða ítróttartiltøk. Vit hava góðar útbúgvingarmøguleikar, og vit hava altjóða viðurkendar granskarar. Vit hava nógv fólk, sum tora at droyma, og sum tora at gera dreymar til veruleika og evna teir til ítøkiligar vørur at selja øðrum.

Seinastu árini eru vit vorðin nógv fleiri fólk í Føroyum. Exit Føroyar er vent til Enter Føroyar – og ikki minst Enter Tórshavn, tí tað er okkara kommuna, ið veruliga veksur. Tað er í Havnini, føroyingar vilja búgva.

Og vit fegnast.

Vit fegnast, tá ið nýggir borgarar boða frá flyting í Snarskivuni, tá ið smáu børnini byrja í vøggustovu og foreldrini fáa tillutað grundøki í kommununi.

Seinasta árið eru vit vorðin 500 fleiri fólk í Tórshavnar kommunu. Hetta svarar til trý full Airbus flogfør um árið.



Tórshavnar kommuna hevur sett sær fyri, at ferðavinnan í høvuðsstaðnum skal blóma. Vit vilja hava fleiri ferðafólk, og hesi ferðafólkini skulu kunnu velja millum dygdargóðar vørur alt árið.

Tað er nú, áðrenn ferðavinnan veksur munandi, at vit skulu menna og skipa nýggj tilboð. Og nýggj tilboð spretta fram, har góðska hevur fremstu raðfesting. Tað er hugaligt at síggja, at virkisfús fólk vilja hesa spennandi og vaksandi vinnu.

Saman við Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands gera vit nú Havnina til ein altjóða ráðstevnubý. Henda vinnan styrkir virksemið á gistingarhúsum og matstovum, og nógvar avleiddar vinnur njóta eisini ágóðan av keypiorkuni hjá ráðstevnugestum. Serliga útlitini fyri, at vinnuferðavinnan kann fáa fólk at vitja alt árið, er gott at vita sær.

Ráðstevnurnar koma ikki av sær sjálvum. Og tað gera ferðafólkini sanniliga heldur ikki. Miðvíst arbeiði er farið fram, og nú vilja vit hava gott felags áralag við teimum fólkum í feløgum og fyritøkum, sum taka stig til at fáa ráðstevnur til okkara bý. Hesum stuðla vit við eldhuga. Hetta er eisini partur av okkara ferðavinnupolitikki.



Vit fara eisini at tryggja, at bygdirnar hjá okkum eru til reiðar at taka ímóti ferðafólkunum, og at ferðslan tann vegin er væl greidd. Kirkjubøur er fyrst fyri, og síðani verður ætlan gjørd fyri Nólsoy. Havi hug at nevna, hvussu dámligt tað er at arbeiða saman við fólkunum á smærri støðunum í kommununi, tey eru ein fyrimynd fyri onnur støð í landinum, tí tey tíma so væl ferðavinnuna og vilja framtíð hennara alt tað besta.

Kommunan hevur saman við vinnuni og øðrum gjørt karmarnar rundanum og sett verkætlanirnar í verk. Men vit steðga ikki her. Vit skulu áhaldandi hava ætlanir. Vit skulu síggja møguleikar fram um avbjóðingar og tora at flyta okkum fram.

Verri tíðir fara at koma í Føroyum og í Havn. Men tað er nú, vit skulu sáa. Tað er nú, vit skulu skapa nýtt grundarlag, sum vit skulu liva av í verri tíðunum. Hetta er týdningarmikið. Vit skulu vilja møguleikarnar fyri framman.

Í Havn síggja vit møguleikar.

Altjóða langhylur verður lagdur til rættis. Vit vóna eisini, at vit um eini 5-7 ár kunnu leggja lunnar undir eina stórhøll, sum skal hýsa altjóða kappingum og øðrum ógloymandi løtum. Tílíkar íløgur eru ferðavinnuni til gagns. Tær skapa grundarlag fyri ráðstevnum og føroyskari luttøku í heiminum. Tær skapa einar sjónligari Føroyar og nýggj varandi arbeiðspláss.



Fari eisini at nevna ferðamannaskipini. Vit byggja Eystara havnaøki út fyri at betra umstøðurnar hjá millum annað ferðamannaskipunum, sum leggja at í Havn. Tey eru vælkomin. Nú skulu vit bara duga at fáa meira burturúr hvørjum ferðafólki. Tað fer vinnulívið í býnum at megna, tað eri eg sannførd um. Tað er bara at hugsa nýtt og finna veitingar og vørur, sum hesin málbólkurin spyr eftir.

Kanska onkur í Hugskotinum í framtíðini fer at byggja upp nýggj tilboð, sum hesi ferðafólk vilja hava. Vit hava í dag umleið 40 fólk, sum halda til í Hugskotinum.

Hugskotið hevur serstakliga góðar hølisumstøður saman við Fróðskaparsetrinum. Hetta styðjar undir nýggjar møguleikar og tættari samstarv. Tí er tað eisini so spennandi at hoyra um nýskapandi fyritøkurnar, sum hava tikið lut í samstarvinum millum Visit Tórshavn og Hugskotið.

--- --- ---

Havi hug at enda við matvinnuni. Tað er so ómetaliga stórsligið, at KOKS nú hevur tvær Michelin stjørnur. Hetta er eitt einastandandi úrslit. Hetta bragdið, sum nú er rokkið, fer at hava sera góða ávirkan á alla matvinnuna í Føroyum.

Matstovurnar hava gingið á odda og hava eisini styrkt okkara egnu frammanundan sterku matmentan. Føroyska rávøran er høgt í metum.

Um gestirnar, sum leita higar at uppliva okkara mat, er at siga, at teir búgva væl og eta væl, leggja nógvan pening eftir seg og eru einfaldir at hava við at gera, tí endamálið við ferðini er púra greitt frammanundan.

At ferðafólk leita til Føroya at uppliva okkara mat og land, styrkir støðuna hjá Føroyum sum ferðafólkaland alt árið.

--- --- ---

Góða tøkk eiga tit øll, sum hvønn dag lyfta føroyska ferðavinnu og matmentan upp á nýggjar hæddir. Tit gera eitt ótroyttandi arbeiði. Hetta fegnast vit um, og tað rør meg djúpt at síggja tykkara ídni og eldhuga.

Enn eru nógv lógvatøk eftir at taka. Latið okkum taka tey saman, og latið okkum fegnast um, at vit hava eitt søguliga gott viðrák við á leiðini.

Takk fyri!

Annika Olsen
borgarstjóri