29. januar 2020
Tórskvøld í Odense og Aarhus
Føroyar draga útisetar til sín sum ongantíð áður. Og nógvir útisetar droyma um at búgva í høvuðsstaðnum. Tí bjóðar Tórshavnar kommuna saman við Hugskotinum og føroyingafeløgunum á Fyn og í Aarhus til spennandi kvøld um møguleikarnar hjá útisetum í Tórshavnar kommunu.

Tiltakið í Odense verður 6. februar, og tiltakið í Aarhus verður fríggjadagin 7. februar.

Fyriskipararnir bjóða inn til eitt hugnaligt kvøld við einum heimligan bita úr Føroyum og onkrum leskandi afturvið. Tónleikabólkurin JASMIN spælir til tiltakið og eisini verður møguligt at netverka við aðrar útisetar og umboð úr Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, fer at leggja fram um jaligu gongdina í høvuðsstaðnum. Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum, fer at greiða frá vaksandi huganum og dirvinum hjá føroyingum at skapa sítt egna starv. Eisini fer Tummas við Skipá at siga frá spennandi arbeiðslívinum sum íverksetari.

Hesi kvøldini í februar fáa forvitnir útisetar eisini høvið at hoyra umboð úr Tórshavnar kommunu greiða frá um fjølbroyttu møguleikarnar í einum vaksandi miðstaði við nógvum virksemi. Millum annað fæst meira at vita um, hvussu Tórshavnar kommuna kann gerast komandi arbeiðsplássið hjá útisetunum.

Tiltakið er ókeypis. Vegna avmarkað pláss verða áhugað biðin um at boða frá luttøku HER


Video av JASMIN sæst HER