23. juli 2018
Nú kanst tú lesa alt um bústaðarpolitikkin
20. juni bleiv bústaðarpolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu einmælt samtyktur í býráðnum. Sí politikkin HER

Í bústaðarpolitikkinum er ein ætlan fyri, hvussu nógvar búeindir skulu gerast næstu árini, og hvussu tað er ynskiligt, at hesar búeindir verða skipaðar í bústaðarsløg og eigaraviðurskifti. Politikkurin er eitt amboð, ið skal nýtast sum grundarlag fyri nýggjum útstykkingum og kommunalum útboðum av bústaðarverkætlanum komandi árini.

Tórshavnar kommuna hevur í hesum sambandi arbeitt við at eggja fleiri privatum til at vera við í byggingini av leiguíbúðum. Tað er sera umráðandi, at myndugleikar, kommunur og landið ganga á odda til tess at tryggja eina javnbjóðis kapping millum teir privatu og almennu partarnar. Eitt ynski er at tryggja, at lendið verður bíligari, t.d. við langtíðarleigu í minsta lagi í 100 ár. Hóast tað enn eru viðurskifti, ið ikki eru funnar loysnir á, vísa fleiri og fleiri áhuga fyri at gerast partur av leigubústaðarbyggingini, og tað er kommunan sera fegin um.

Bústaðarpolitikkurin hevur ligið til almenna hoyring í 3 mánaðir. Fleiri enn 200 fólk hava møtt upp til teir fýra borgarafundirnar, sum hava verið hildnir í ávikavist Finsen, Skúlanum á Argjahamri, Skúlanum við Løgmannabreyt og í Nólsoy, og kommunan hevur tikið ímóti áleið 50 skrivligum viðmerkingum.

Viðmerkingarnar hava verið ymiskar. Nógvar viðmerkingar hava verið ítøkiligar, aðrar um ávís viðurskifti, sum hava ligið uppat bústaðarpolitikkinum. Fleiri viðmerkingar hava verið frá fólki, sum annaðhvørt vantar ella ynskja annan bústað. Eisini eru fólk komin við góðum hugskotum og íblástri til bústaðarviðurskiftini í kommununi.

Viðmerkingarnar eru flokkaðar og svaraðar, sí HER

Viðmerkingarnar lógu til grund, nú endaligi bústaðarpolitikkurin bleiv lagdur fyri politisku nevndirnar aftur. Serliga eru viðurskifti viðvíkjandi infrakervi (s. 9 í politikkinum) og bústaðir til eldri (s. 24 í politikkinum) nágreinað.

Sum tað eisini stendur í politikkinum kann bústaðartørvurin broytast, og tí skal politikkurin dagførast leypandi, soleiðis at bygt verður eftir tørvi.

Ein ítøkilig ætlan er at fáa bygt fleiri bústaðir, m.a. leigubústaðir á Frúutrøð. Freist fyri at søkja um at vera undangóðkend er 13. august. Sí útbjóðingartilfar, spurningar og svar HER